Lea Kampmann við tónleikafilmi um seinferð

Lea Kampmann við tónleikafilmi um seinferð
Filmurin "Seinferð" er samansettur av liveupptøkum av sangunum av plátuni hjá Leu Kampman, sum eru gjørdar á seks ymiskum støðum í Føroyum, ið hava serligan týdning fyri Leu
Mynd: Úr filminum "Seinferð"  
 
06.11.2024 - 19:00

Í september gav Lea Kampmann gav í út sína fyrstu føroysku plátuna, "Seinferð", ið er framleidd av Teiti Lassen. 

Í samband við útgávuna hevur Lea Kampmann eisini latið tónleikafilmin "Seinferð" framleiða, sum verður sýndur í Havnar Bio leygarkvøldið.

Í filminum framførir Lea Kampmann seks sangir av útgávuni einans við einum gittarar á seks ymiskum støðum í Føroyum, ið hava serstakan týdning fyri Leu og hennara sangskriving.

Vitjað verður eitt nú í stovuni hjá ommuni og á fleiri vøkrum støðum í stórfingnu føroysku náttúruni, eitt nú við Fjallavatn, í Vestmanna og í Søltuvík.

 

Tónleikaframførsla og samrøður

Filmurin leggur seg eitt stað millum at vera ein stuttfilmur og eitt long-form tónleikasjónbandalag, og er ljóðblandaður í surroundljóði, ið styrkir upplivingina av at sita miðskeiðis í føroysku náttúruni til eina inniliga konsert við Leu Kampmann.

Í sambandi við, at filmurin um "Seinferð" verður sýndur í Havnar Bio leygarkvøldið klokkan 20, so verður eisini eitt stutt tónleikainnslag við Leu Kampmann beint eftir sýningina. Aftaná verður eisini orð skift við leikstjóran Asger Borberg og Atla Arnarsson, ið hevur staðið fyri at ljóðblanda. 


Lea Kampmann saman við toymið handan filmin um "Seinferð" (Mynd: Lea Kampmann á Facebook)

 

Ert tú hollendskt?

Í tíðindaskrivi um "Seinferð" plátuna og filmin skrivar Lea Kampmann, at hon ynskir at vera við til at bróta niður málmúrin millum Danmark og Føroyar og byggja eitt sterkari band millum londini – mentanarliga, málsliga og tónlistarliga.

"Eg eri troytt av at verða spurt, um eg eri úr Hollandi, tá eg tosi føroyskt í Danmark," sigur Lea Kampamann. 

Hóast Lea hevur búð í Danmark síðan hon var fimm ár, so kennir hon eina fremmandgering, tá hon tosar sítt móðurmál í Danmark.

"Í Føroyum kann eg frítt tosa danskt og føroyskt og øll skilja meg. Føroyingar hava jú danskt í skúlanum longu frá triðja flokki, men í Danmark er føroyskt hinvegin alt ikki partur av skúlanáminum."

 

Vil útbreiða kunnleikan um føroyska málið

Lea Kampmann ynskir, bæði við plátuni og filminum, at útbreiða kunnleikan um føroyska málið og mentanina til danir og restina av heiminum.

Fyri Leu hevur samstarvið við onnur norðuratlantisk tónleikanøvn eisini verið styrkjandi, tí hon gjøgnum tey hevur hitt onnur, ið eisini syngja á sínum móðurmáli.

"Hetta hevur givið mær dirvið til at skriva og syngja á mínum egna máli og síggja, at vit hava nógv meira til felags tvørtur um landamørk enn vit ofta vita," sigur Lea Kampmanna.

Fyri Leu Kampmann, so er "Seinferð" ein ferð aftur til røturnar og ein máti at knýta seg at heimlandinum.

Í sambandi við útgávuna av "Seinferð", so var Lea Kampmann gestur í sendingini LEITISSTEIN.

 

051124_NET_LEA_REEL_SEINFERD

 

Hvat: Seinferð
Stað: Havnar Bio
Nær: Leygarkvøldið, 9. november, kl. 20

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431