Forsetaval í USA: 82 milliónir hava longu valt

Forsetaval í USA: 82 milliónir hava longu valt
Veljarakanningarnar vísa, at tað er javnari millum bæði forsetavalevnini, enn um tey høvdu kastað lut um, hvør skal vinna
Fyrstu valhølini í USA hava latið upp.
 
05.11.2024 - 13:21

Fleiri enn 82 milliónir veljarar hava longu greitt atkvøðu á forsetavalinum.

Tey hava valt við brævi, áðrenn valhølini lótu upp.

 Fyrstu valhølini á eysturstrondini hava latið upp.

Seks ymiskar tíðarsonur eru í USA, heilt frá eysturstrondini til Hawaii. Tí verður tað ikki fyrr enn eina ferð í nátt okkara tíð, at síðstu valhølini lata aftur.

 

Flóvin Eidesgaard. (Mynd: BjarniArting Rubeksen)

 

Erik Løksagarð. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Veljarakanningarnar, hvør verður næsti forseti í USA, eru javnari, enn um valevnini høvdu kastað mynt um, hvør skal vinna. 

Tað segði Flóvin Eidesgaard, búskaparfrøðingur, tá hann var í Breddanum fyrrapartin og tosaði um veljarakanningar. 

 

Kamala Harris og Donald Trump.

 

Erik Løksagarð, stjórnmálafrøðingur, sum fylgir væl við amerikanskum politikki, væntar, at demokratiska forsetavalevnið Kamala Harris fer at vinna tepran sigur. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

05112024_Erik_og_Flovin

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017