- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinir Bergsson fingið Virðisløn landsins til ungt listafólk
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur júst handað Beini Bergssyni Virðisløn landsins til ungt listafólk á hátíðarhaldi í Varpinum í Klaksvík.
Virðisløn til ungt listafólk er 50.000 kr.
Beinir Bergsson (f. 1997) úr Sørvági debuteraði við yrkingasavninum "Tann lítli drongurin og beinagrindin" í 2017.
Fyri debutsavnið, ið viðgerð sjúku og deyða, fekk hann í 2018 fyrstu Ebbuvirðislønina, ið verður latin ungum rithøvunda, sum hevur víst serligar gávur.
Innstillaður til Norðurlendsku bókmentavirðislønina
Í næsta yrkingasavninum, Sólgarðurin, eru vit farin inn í Sólgarðin, ið bæði er eitt ítøkiligt og eitt ímyndað stað.
Har møta vit ommuni og abbanum, men mest av øllum eini ørgrynnu av plantum við sansandi erotiskum yrkingum um kærleika millum menn.
Bókin hevur vakt stóran ans bæði her heima og uttanlands, og varð hon innstillað til Norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2022 og er nú týdd til fleiri mál, eitt nú enskt, grikskt, íslendskt og danskt.
Náttargarðurin, sum verður komandi og triðja yrkingasavn hansara, heldur fram, har Sólgarðurin slepti.
(Mynd: Bárður Thomsen)
Ein týðandi rødd
Í útvarpssendingini Samværi gevur Beinir saman við Daniu O. Tausen eitt týdningarmikið og slóðbrótandi íkast til samrøður um føroyska list.
Beinir er útbúgvin MA frá Háskóla Íslands og BA í ritlist frá Fróðskaparsetri Føroya.
Fyri sína týðandi rødd á føroyska listapallinum fær Beinir Bergsson virðisløn til ungt listafólk 2024.