- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russiskt vinarligur flokkur vann valið í Georgia
Bæði russisk-vinarligi vongurin, og tann vesturlendskt-vinarligi vongurin søgdu seg vinna valið tá valhølini lótu aftur í Georgia í gjárlvøkdð. Sera stórur munur var á exit-pollunum, alt eftir hvør gjørdi tær.
Val kommisjónins segði í morgun, at Georgiski dreymurin, vann við 54 prosentum av atkvøðunum. Hann hevur sum er sitið við valdinum seinastu 12 árini.
Anstøðuflokkarnir siga hinvegin, at valið var at kalla eitt kvett, skrivar BBC í morgun . Aðrir eygleiðarar siga, at tað er nærum óveruligt, at Georgiski dreymurin hevur megnað at økja um atkvøðutalið í mun til seinasta val.
Fleiri fráboðanir eru um valsvik og ófrið uttanfyri valstøð, skrivar BBC eisini. BBC endurgevur eina samgongu av 2000 valeygleiðarum, sum siga, at við lutfalsliga høga talinum av valsviki og ófriði, trúgva tey ikki at úrslitið higartil vísir viljan hjá georgiska fólkinum. 99 prosent av atkvøðunum eru nú taldar upp.