Hanni, Randi og Beinir: Takk fyri virðislønina

Hanni, Randi og Beinir: Takk fyri virðislønina
Her eru tær tríggjar takkartalurnar hjá móttakarunum av mentanarvirðislønum landsins 2024
Beinir Bergsson, yrkjari, Hanni Bjartalíð, myndlistamaður, og Randi Ward, týðari
Mynd: Myndir: Bjarni Á. Rubeksen / Kollasja: Uni L. Hansen  
 
24.10.2024 - 09:17

Beinir Bergsson, yrkjari, sum í gjárkvøldið fekk handað Virðisløn landsins til ungt listafólk 2024, legði í sínari takkartalu áherðslu á, at tað er alneyðugt, at okkurt verður gjørt við svinnandi lesihugin hjá børnum og ungum. Lesihugurin er ein hornasteinur undir fólkaræðinum, staðfesti ungi rithøvundurin. 

 

241023_NET_BEINIR_BERGSSON_TAKK

 

Randi Ward, týðari og rithøvundur, ið er ættað úr West Virginia í USA, helt sína takkartalu á flótandi føroyskum. Hon fekk Heiðursgávu landsins 2024 fyri sítt áhaldandi arbeiði og stóra hegni at týða og gera vart við føroyskan skaldskap í útheiminum. 

 

241023_NET_RANDI_WARD_TAKK


Hanni Bjartalíð, myndlistamaður, ið fekk Mentanarvirðisløn landsins 2024, er ein maður av fáum orðum. "Eg havi ikki tikið nakra talu við, men eg havi tikið dóttrina," staðfesti Hanni Bjartalíð, sum eisini fegnaðist um tann stóra framburðin í heimstaðnum Klaksvík. "Her, sum vit standa í kvøld í Varpinum, plagdi at renna ein á, ið vit dreingir spældu í. Um heystið, tá slaktið var fyri, flutu vemburnar um beinini á okkum," skemtaði Hanni Bjartalíð. 

 

241023_NET_HANNI_BJARTALID_TAKK

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017