Hesi fingu virðislønir Norðurlandaráðsins

Hesi fingu virðislønir Norðurlandaráðsins
Í gjár blivu ársins bestu avrik kosin innan fyri mentan og umhvørvi
Arnhildur Pálmadóttir vann ársins umhvørvisvirðisløn
Mynd: Árni Beinteinn, NN - norden.org  
 
23.10.2024 - 06:30

Norðurlendsku virðislønirnar fyri mentanar- og umhvørvisavrik vóru latnar í Reykjavík í gjárkvøldið, og lat okkum bara siga alt fyri eitt, at eingin føroyingur vann.

Norðurlandaráðið letur virðisløn fyri barna- og ungdómsbókmentir, umhvørvi, tónleik, film og bókmentir og virðislønina fyri barna- og ungdómsbókmentir vann danin Jakob Martin Strid fyri bókina "Den fantastiske bus".

Umhvørvisvirðislønina fekk Arnhildur Pálmadóttir úr Íslandi.

Danin Rune Glerup fekk tónlistavirðislønina, og filmsvirðislønin var latin norska filminum "Sex", sum er skrivaður og instrueraður av Dag Johan Haugerud og framleiddur av Yngve Sæther og Hege Hauff Hvattum.

Seinasta virðislønin varð latin fyri bókmentir, og hana fekk norski rithøvundurin Niels Fredrik Dahl fyri skaldsøguna "Fars rygg".

Fýra føroyingar vóru innstillaðir. Henning Larsen Arkitektar til umhvørvisvirðislønina fyri nýggja róðrarneystið í Klaksvík, Rakel Helmsdal til barna- og ungdómsbókmentavirðislønina fyri bókina "Toran gongur", Tróndur Bogason til tónleikavirðislønina fyri verkið "Symphony no. 1 & 2 Sólárið" frá í ár og Kim Simonsen til bókmentavirðislønina fyri yrkingasavnið "Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum".

grid_nominees_nr_2024_1.jpg

Caption: 
Virðislønir Norðurlandaráðsins blivu handaðar 22. oktober 2024

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017