Hanni Bjartalíð fær Mentanarvirðisløn landsins 2024

Hanni Bjartalíð fær Mentanarvirðisløn landsins 2024
Listin hjá Hanna Bjartalíð hevur brotið upp úr nýggjum í føroyskum høpi, verður sagt í grundgevingini fyri at lata listamanninum Mentanarvirðisløn landsins 2024
Hanni Bjartalíð, myndlistamaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.10.2024 - 19:53

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur júst handað myndlistamanninum Hanna Bjartalíð Mentanarvirðisløn landsins fyri 2024 á hátíðarhaldinum í Varpinum í Klaksvík. 

Mentanarvirðisløn Landsins er 150.000 kr.

Hanni Bjartalíð (f. 1968) er myndlistamaður úr Klaksvík, ið hevur nomið sær útbúgving í Kokkola í Finlandi, har hann enn er búsitandi. 


Mynd: Bárður Thomsen

 

Altíð brotið upp úr nýggjum

Í grundgevingini fyri at lata Hanna Bjartalíð Menatanarvirðisløn landsins stendur, at listin hjá Hanna hevur altíð verið serstøk og brotið upp úr nýggjum í føroyskum høpi.

Bæði í sínum málariska og skulpturella úttrykki er Hanni Bjartalíð sín egin. Frá serstøkum illustrativum málningum á ungum árum, til djúpar materiellar flatur seinni á listaleiðini.

Hansara skulpturellu verk og relieffir eru framleidd úr funnum og endurnýttum træi, nágreiniliga koloristiskt málað og telgd.

 

Verk hansara lýsa eina naivistiskt heimliga og humoristiska nostalgi og melankoli. List hansara er skemtingarsom, eyðkennilig fyri okkum øll og setur spurningar um lív og deyða á breddan.

Stóra træklótan, sum listprýðir atrium á Glasi, telist millum høvuðsverk hansara.

 

Egið og sterkt íkast

List hansara kann stundum síggjast sum ein nýtulking av gamlari altjóða myndlistaligari siðvenju, men Hanni Bjartalíð hevur givið sítt heilt egna og sterka íkast til føroyska myndlist.

Hanni Bjartalíð hevur luttikið í eini ørgrynnu av solo- og bólkaframsýningum í Føroyum, Danmark, Finlandi og Týsklandi og luttók á kendu Liverpool Biennaluni í 2012.

Fyri listaligu avrik síni fær Hanni Bjartalíð Mentanarvirðisløn landsins 2024

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. november
Orðaval - ensk ávirkan á føroyskt
183203
Mikudag 6. november
Skratsj 30. oktobur 2024
183185
Mikudag 6. november
Góðan morgun Føroyar
183177
Mikudag 6. november
Morgunlestur mikudagur 6. november 2024
183012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. november
Undansending: Føroyar - Kosovo
183221
Mikudag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183172
Týsdag 5. november
Veðrið
183155
Týsdag 5. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183125