Virðislønir Norðurlandaráðsins handaðar í kvøld

Virðislønir Norðurlandaráðsins handaðar í kvøld
Í kvøld skulu bestu norðurlendsku avrikini innan fyri mentan og umhvørvi í 2024 kjósast í Reykjavík, og KVF vísir handanina í sjónvarpinum klokkan 20.40
Mynd: Shutterstock.com  
 
22.10.2024 - 15:45

Í ár verða virðislønir Norðurlandaráðsins handaðar á tiltaki í Reykjavík.

Tær verða latnar innan fyri bókmentir, barna- og ungdómsbókmentir, film, tónleik og umhvørvi. 

Handanin verður send í sjónvarpinum í kvøld klokkan 20.40 og á KVF Sjón her á heimasíðuni. 

Føroyingar, sum eru í uppskoti til ársins virðislønir Norðurlandaráðsins, eru hesir: 

 

  • Henning Larsen Arkitektar eru innstillaðir til umhvørvisvirðislønina fyri nýggja róðrarneystið í Klaksvík
  • Rakel Helmsdal er innstilla til barna- og ungdómsbókmentavirðislønina fyri bókina "Toran gongur", sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2023.
  • Kim Simonsen er innstillaður til bókmentavirðislønina fyri yrkingasavnið "Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum", ið Verksmiðjan gav út í 2023.
  • Tróndur Bogason er innstillaður til tónleikavirðislønina fyri verkið "Symphony no. 1 & Sólárið" frá 2024.

 

Eingin føroyskur filmur er útgivin seinasta árið, og tí er eingin føroyskur filmur í uppskotið til filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Tað er grønlendski heimindarfilmurin "Twice Colonized" hinvegin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017