- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frelsunarherurin fyllir 100 ár
Frelsunarherurin fyllir 100 ár
Í sambandi við dagin verður nýggj sangbók givin út
Mynd: Savnsmynd
22.10.2024 - 07:43
Frelsunarherurin í Føroyum fyllir 100 ár í morgin.
Tað var 23. oktober 1924, at Frelsunarherurin byrjaði sítt virksemi í Føroyum.
Í tí sambandi skipar Frelsunarherurin fyri stórum hátíðarhaldi gjøgnum vikuna.
Í morgin, á sjálvum føðingardegnum, verður Frelsunarherurin í gongugøtuni í Havn millum kl. 13 og 16, har høvið verður at hitta fólk til eitt prát, fáa nýbakaðar vaflur og ein kaffimunn, og lurta eftir horntónleiki.
Í sambandi við 100 ára stovningardagin verður nýggj sangbók givin út. Talan er um bók við 660 sangum við føroyskum teksti, nótum og akkordum. Sangbókin verður løgd fram fríggjadagin, skrivar Frelsunarherurin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV