Flúgva ikki beinleiðis til USA fyribils

Flúgva ikki beinleiðis til USA fyribils
Tað riggar betur at flúgva fleiri túrar um vikuna til Írlands og Belgia, og at flyta laksin haðani við flogførum til USA og Kina, sigur stjórin í FarCargo
FarCargo flýgur 10-12 túrar um vikuna til Írlands og Belgia. Haðani fer laksurin til USA og Kina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.10.2024 - 11:47

Fyribils fer FarCargo ikki at flúgva regluligar túrar til New York við føroyskum laksi, hóast Bakkafrost keypti farmaflogfarið við júst tí endamáli at flúgva beinleiðis til USA. 

- Vit gera onkran túr beinleiðis til USA. Men vit fara neyvan undir regluliga flúgving til USA aftur fyribils, sigur Hanus Jacobsen, stjóri í FarCargo.

Sum nú er flýgur FarCargo 10-12 túrar um vikuna úr Føroyum til Írlands og Belgia. Haðani verður laksurin fluttur i flogfør, sum fara ávikavist til USA og Kina.

Farmaflogfarið var á sinni keypt til at flúgva laksin beinleiðis til USA, soleiðis at amerikanarar fingu nýggja rávøru á døgurðaborðið dagin eftir.

Flúgvingin verður nú skipað á annan hátt.

- Hetta ferðamynstrið riggar væl betur, enn at flúgva beinleiðis til USA, sum var upprunaliga ætlanin, bæði tí vit fáa gjørt fleiri túrar, og harvið flutt meira laks, og tí at vit nú røkka fleiri støð, sigur Hanus Jacobsen. 

Bakkafrost hevur fyrr havt ætlan um at hava matvørur við til Føroya á heimferðini hjá FarCargo, men higartil hevur tað ikki eydnast Bakkafrosti at fáa veitarar at innflyta vørur við farmaflogfarinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791