- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Kæran um Ingilín D. Strøm
Í dag verður politiska lagnan hjá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, møguliga avgjørd.
Landsstýrismálanevndin viðger málið aftur í morgun, og ætlanin er at koma til eina niðurstøðu í dag.
Landsstýrismálanevndin kom við eini fyribils niðurstøðu. Landsstýriskvinnan bað um longda freist at svara, og tað fekk hon.
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Á 36 síðum greiðir Ingilí Didriksen Strøm frá, hví niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini er skeiv.
Spurningurin er, um landstýrismálanevndin er samd við hana.
Í Breddanum í dag viðgera vit, hvat málið snýr seg um. Eisini fara vit at fregnast um niðurstøðuna og um eitt møguligt politiskt eftirspæl.
Beinta Løwe og Árni Gregersen, politiskir viðmerkjarar, vera í útvarpsstovuni.
Breddin í úitvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.