- Tíðindi, mentan og ítróttur
Matvøruhandil í Sandavági letur upp aftur
Matvøruhandil í Sandavági letur upp aftur
Familjan Weihe Nielsen í Sandavági letur gamla handilin í Bartalsstovu upp aftur um miðjan november
Mynd: jn.fo
21.10.2024 - 07:59
Ein matvøruhandil letur nú upp aftur í Sandavági.
Tað er familjan Weihe Nielsen í Sandavági, sum letur tann gamla handilin í Bartalsstovu upp aftur um miðjan novembur. Tað skrivar jn.fo.
Jens Erik Weihe Nielsen hevur, eftir at hava hugsað seg gjølla um, avrátt at lata handilin upp aftur sum matvøruhandil í Samkeyp-ketuni.
Familjan Weihe Nielsen heldur, at tað kann ikki bera til, at eingin matvøruhandil er í eini so stórari bygd sum Sandavági, har fólkatalið er oman fyri túsund, skrivar jn.fo.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV