Lækkið kommunuskattin siga arbeiðsgevarar

Lækkið kommunuskattin siga arbeiðsgevarar
Føroya arbeiðsgevarafelag kemur við uppskoti til teirra, sum stilla upp til kommunuvalið
Nógvar kommunur krevja ov nógv í skatti, halda arbeiðsgevarar.
 
15.10.2024 - 07:10

Kommunur eiga at lækka kommunuskattin. 

Tað heldur Føroya arbeiðsgevarafelag, sum kemur við tí uppskotinum til teirra, sum stilla upp til kommunuvalið.

Felagið sigur, at kommunurnar hava tikið 15 prosent meira í skatti frá 2020 til 2023. 

Bara frá 2022 til 2023 er vøksturin slaka hálva milliard krónur.

Hetta átti at givið rúm fyri skattalættum hjá nógvum kommunum, heldur Arbeiðsgevarafelagið. 

Nógvar kommunur átaka sær uppgávur, sum privata vinnan bæði kann og eigur at røkja, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719
Mánadag 30. desember
Veðrið
185702
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
185656