- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vápn í túsundatali tikin á amerikanskum flogvøllum
Nærum 20 skotvápn um dagin verða fangað í trygdareftirlitinum á amerikanskum flogvøllum.
Tað vísir ein nýggj frágreiðing, sum flutningsstovnurin TSA hevur latið gera, sambært norska kringvarpinum, NRK.
Tilsamans vórðu 5.028 skotvápn funnin í trygdareftirlitinum fyrstu níggju mánaðirnar í ár. Tað svarar til 18,3 vápn í miðal um dagin.
93 prosent av skotvápnunum eru lødd, tá tey verða funnin.
Um tú verður tikin við vápni í amerikanska trygdareftirlitinum, kanst tú verða handtikin ella fáa eina bót upp í 15.000 dollarar - tað er beint omanfyri 100.000 krónur.
Lokala løgreglan verður eisini tilkallað at taka sær av vápninum.
Tað er ólógligt at hava vápn við í handviðføri í USA, men í mongum førum er loyvt at hava vápn í viðføri, sum er innskrivað.