Merktu grindirnar ferðast víða

Merktu grindirnar ferðast víða
Hvalirnir, sum vóru merktir í Fuglafirði, hava verið á Føroyabanka. Og hvalirnir, sum vóru merktir í Klaksvík, ferðast støðugt suðureftir
Nakrir grindahvalir vóru merktir í Klaksvík 16. september, og teir hava ferðast einar 800 fjórðingar síðani.
Mynd: Kári Sólstein  
 
07.10.2024 - 15:42

Tær báðar grindirnar, sum vórðu merktar í septembur, hava ferðast rættiliga víða. 

Havstovan merkti eina grind í Fuglafirði tann 3. september og eina grind í Klaksvík 16. september.

Havstovan sigur, at grindin, sum varð merkt í Fuglafjørði, hevur verið ein túr á Føroyabanka.

Eftir at grindin mundi møtt merktu klaksvíksgrindini á Hattonbanka fyri eini viku síðan, fór hon suður aftur í Hattondýpið, haðani hon var komin. Men síðan vendi hon aftur móti Føroyum. Komin norður á Bankaryggin, dvaldi hon tveir dagar, áðrenn hon fór inn á Føroyabanka.

 

Steðgaði stutt

Hon steðgaði kortini stutt á Bankanum, og er síðan farin suðureftir, tvørtur um Rosemarybankan, og suður móti Rockall.

Grindin, ið var merkt í Klaksvík, hevur ferðast støðugt suðureftir, fyrst í ein útsynning, men seinastu dagarnar í ein sunnan. Hon er farin fram við Edorasbankanum, ið er sunnan fyri Hattonbanka, og er nú í einum øki, ið kallast Eriadorryggurin.

Teinurin, hon hevur ferðast, er góðar 800 fjórðingar, skrivar Havstovan.

 

>>Sí eisini: "Merktu hval í Klaksvík"
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Jambalaja - 281224
185647
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652