Leingja avtalu um barnaansing á Tvøroyri

Leingja avtalu um barnaansing á Tvøroyri
Dagstovnurin Mýrifípan á Tvøroyri.
 
02.10.2024 - 11:14

Fámjins, Hovs og Tvøroyrar kommuna leingja avtaluna um barnaansing á Tvøroyri. Sostatt kunnu børn úr Fámjin og Hovi framvegis ganga í dagstovninum Mýrifípuni á Tvøroyri.

Tvøroyrar kommuna gjørdi annars greitt í summar, at hetta ikki fór at bera til vegna plásstrot.

Men sambært Kristini Michelsen, borgarstjóra í Tvøroyrar kommunu, eru nakrar flytingar gjørdar, sum gera, at til ber at leingja avtaluna.

 

Jóanis Lisberg.

 

Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins kommunu, fegnast um, at børn í Fámjin eru tryggjað ansingarpláss á Tvøroyri:

 

02102024_Famjin_og_barnaansing

 

Ætlanin er at útbyggja Mýrifípuna, sigur borgarstjórin á Tvøroyri.

Tað, sum verður bygt aftrat, skal fella inn í landslagið, og Brim arkitektar, sum teknaðu upprunaliga bygningin, eru bidnir um at standa fyri hesum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719
Mánadag 30. desember
Veðrið
185702
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
185656