Smyril skal hava síðuskrúvur fyri at minka ristingar

Smyril skal hava síðuskrúvur fyri at minka ristingar
Veitingartíðin er drúgv, so síðuskrúvurnar mugu bíleggjast nú, so tær eru klárar, tá Smyril fer í dokk næsta ár
Harðar ristingar eru har afturi á Smyrli, serliga tá lagt verður at og farið frá, og tær skaða skrokkin.
 
30.09.2024 - 11:08

Landsstýrið hevur biðið løgtingið um sjey milliónir krónur til tvær síðuskrúvur til Smyril. 

Smyril skal í dokk næsta ár til 20 ára klassingar. 

Tá er samstundis neyðugt at gera umvælingar og betringar fyri at leingja livitíðina hjá skipinum, siga Strandfaraskip landsins.

 

Ristingar

Harðar ristingar eru har afturi á skipinum, serliga tá lagt verður at og farið frá. Ristingarnar skaða skrokkin, og rivur koma í. 

Tí er neyðugt at seta síðuskrúvur í har afturi á skipinum.

Tær gera ristingarnar nógv minni.

Veitingartíðin er drúgv, so síðuskrúvurnar mugu bíleggjast nú, so tær eru klárar, tá Smyril fer í dokk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719
Mánadag 30. desember
Veðrið
185702
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
185656