Avtala við stórar kommunur tryggjar øllum bókasavnstænastur

Avtala við stórar kommunur tryggjar øllum bókasavnstænastur
Tænasturnar fevna eitt nú um bókasavnsraktsur, bókasavnsskipanir, skráseting
Avtalan tryggjar, at øll fólk fáa atgongd til fólkabókasavnstænastur, sambært nýggju bókasavnslógini. (Savnsmynd)
 
30.09.2024 - 11:22

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Karl H. Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, hava gjørt avtalu um, at tær tríggjar kommunurnar skulu veita hinum kommununum fólkabókasavnstænastur. 

Avtalan tryggjar, at øll fólk fáa atgongd til fólkabókasavnstænastur, sambært nýggju bókasavnslógini.

Tænasturnar fevna eitt nú um bókasavnsraktsur, bókasavnsskipanir, skráseting, innkeyp, kassatión, klassifikatión, leiting, vegleiðing, meting av tilfari og keldum og miðlan av bókmentaligum tilfari.

Tænasturnar fevna eisini um at læna bøkur og annað til far út í avmarkað tíðarskeið, ella at skipa fyri tiltøkum.

 

Einki gjald krevjast

Einki gjald skal krevjast fyri hesar tænastur, stendur í avtaluni.

Landið letur tvær milliónir krónur til at skipa samstarv millum kommunur um fólkabókasavnstænastur. Kommunurnar fáa 670.000 krónur í part fyri í ár.

Stuðulin verður latin Tórshavnar kommunu,  Klaksvíkar kommunu og Runavíkar kommunu afturfyri at kommunurnar gera avtalu við hinar kommunurnar í landinum um fólkabókasavnstænastu.

Avtalurnar við hinar kommunurnar verða gjørdar í næstum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719
Mánadag 30. desember
Veðrið
185702
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
185656