Vágskálin: Fór at fiska síl og kom ikki aftur

Vágskálin: Fór at fiska síl og kom ikki aftur
Bókin "Hugleiðingar á marbakkanum" hjá Jens Christiani Carlsson varð ummælt á Vágskálini seinast. Sanna Klein og Sámal Soll ummæltu
Mynd: Sprotin // Permumynd av bókini Hugleiðingar á Marbakkanum  
 
20.09.2024 - 13:00

Jens Christian Carlsson er lærari í Skúlanum á Fløtum og íðin síla- og laksafiskari, og í bókini eru bæði endurminningar, ættarsøga og nógvar náttúrulýsingar. 

Eisini eru fleiri áhugaverdar tíðarlýsingar í bókini og søgur um Havnina og Saksun, sum Jens Christian altíð hevur havt tætt tilknýti til.

Sanna Klein og Sámal Soll ummæltu "Hugleiðingar á marbakkanum", sum Sprotin gav út í fjør.

"Hetta er eitt slag av endurminningum, men ikki tað siðbundna slagið av endurminnignum, tí hann lyftir sínar endurminningar upp á eitt hægri listarligt stig, enn vit vanliga síggja," segði Sámal Soll.

Bæði hildu, at skrivingarlagið er skaldsligt, og at høvundurin dugir væl at flyta seg millum ymisk tekstasløg. 

"Hetta eru endurminningar, ritroyndir og ættarsøga, og summi brot líkjast stuttsøgum og ferðafrásagnum. Tað ger bókina stuttliga at lesa," segði Sanna Klein.

Serliga løgdu tey til merkis tekstin "Ein leygardagur í Saksun", sum snýr seg um, tá pápi Jens Christian í apríl 1971 fór at fiska síl í Saksun og ikki kom aftur til døgurða kl. 13.00. 

Feigdardagurin í Saksun og saknurin fylla nógv í bókini, men huglagið er ikki vónleyst. Høvundurin minnist tvørturímóti nógv av síni fortíð við størsta takksemi, siga ummælararnir.

Uni Arge legði til rættis. Hoyr sendingina á KVF Ljóð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155

Meira um sama evni