B68 fingið nýggjan formann

B68 fingið nýggjan formann
Jóhannus Danielsen er nýggjur formaður í B68. Fyrrverandi borgarstjórin í Nes Kommunu loysir av fyri Høgna Petersen, sum fór frá fyri kortum
Nýggja nevndin hjá B68 á Svangaskarði. Fyrrverandi borgarstjórin í Nes Kommunu, Jóhannus Danielsen, er nýggjur formaður
Mynd: B68  
 
12.09.2024 - 10:51

Fyrrverandi borgarstjórin í Nes Kommunu, Jóhannus Danielsen, er nýggjur formaður í B68.

Tað er greitt eftir eykaaðalfundin, sum var á Svangaskarði í gjár.

Jóhannus Danielsen loysir av fyri Høgna Petersen, sum fór frá sum formaður fyri kortum. 

Hetta hendi, eftir at Frihedsbrevet skrivaði um stóra íbúðarætlan á Toftum, sum eftir øllum at døma var steðgað upp. Høgni Petersen er stjóri í Skákinum, eitt felag, sum í samstarvi við litaviska felagið, MB Ibeta, stóð fyri íbúðarætlanini. 

MB Ibeta var samstundis høvuðsstuðul hjá B68, men sambært frihedsbrevet vóru tær 400.000 krónurnar, sum B68 skuldi fáa frá litavska felagnum, ongantíð komnar. 

 

Nýggja nevndin er skipað soleiðis:

Formaður: Jóhannus Danielsen
Varaformaður: Jann Ingi Petersen
Peningarøkil: Trúgvi Reinert Kjeld
Skrivari: Niclas Allan Danielsen
Ungdómsábyrgdari: Johnleif Gerðisá
Nevndarlimur: Rasmus Reinert Zachhau

Tiltakslimir:

Meinhard Fróði Højgaard
Niclas F. Davidsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859