Vágskálin: Harður og óunniligur lesnaður

Vágskálin: Harður og óunniligur lesnaður
Í fyrstu Vágskálini hesa vetrarskránna varð bókin ”Tær góvu lív” eftir Rigmor Restorff Dam ummæld
Rigmor Restorff Dam hevur skrivað bókina "Tær góvu lív", sum varð ummæld
Mynd: Uni Arge  
 
06.09.2024 - 12:10

"Tær góvu lív" snýr seg um kvinnur deyðar í barsilssong í Føroyum og lýsir evnið bæði søguliga og kensluliga.

Í føroyskari søgu hava kvinnur deyðar í barsilssong ikki fingið nógva rúmd, og tað vildi Rigmor Restorff Dam broyta við bókini, sum kom út 20. juni.

Rigmor nevnir, at áhugi hennara fyri søgunum um tær, sum doyðu í barsilssong, kyknaði fyrst í hesi øldini, tá hon hoyrdi eina kvinnu siga søguna um ommu sína, sum doyði frá børnunum.

Deyði hennara hevði ávirkað familjuna bæði sosialt og sálarliga. Børnini vórðu sett út til fosturs og mistu sambandið sínámillum, og familjan kom ikki til sættis við sorgina, tí ongin tosaði um hana.

'Tær góvu lív'" er harður og óunniligur lenaður. Tað hevur verið við lívinum sum innsatsi, at kvinnur hava gingið við børnum fyri hálvtannað hundrað til tveyhundrað árum síðani.

Eilen Anthoniussen, ummælari

 

Reikar millum yrkis og fagurbókmentir

Eilen Anthoniussen og Hans Jacob Kollslíð ummæltu bókina, og tey halda, at talan er um eina bók, sum reikar ímillum tað yrkisbókmentaliga og fagurbókmentaliga.

Frásagnirnar um, hvussu liviumstøðurnar vóru fyrr, eru neyvar og upplýsandi, og tær persónligu samrøðurnar við fólk, sum mistu eina ættmóðir í barsilssong, eru meira málandi og hjartanemandi.

Eilen Anthoniussen nevndi, at talan var um harðan og óunniligan lesnað, tí lagnurnar hjá mongum kvinnum vóru harðar, ikki minst tí vitanin um smittu og reinføri var so avmarkað fyrr.

Hans Jacob Kollslíð segði, at tá hann las bókina, kendi hann bæði sorg, ørkymlan og hjálparloysi, men eisini gleði og virðing fyri teimum, sum reistu seg, eftir at ein ættmóðir var deyð í barsilssong.

Eg kendi bæði sorg, ørkymlan og hjálparloysi, men eisini gleði og virðing fyri teimum, sum reistu seg, eftir at ein ættmóðir var deyð í barsilssong.

Hans Jacob Kollslíð

 

Hoyrdi tú ikki sendingina? So hoyrist hon og aðrar Vágskálir á heimasíðu okkara.

 

Hvat: Vágskálin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05, og tá tað ber til hjá tær á KVF Ljóð

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155

Meira um sama evni