Lótu aftur grind sleppa

Lótu aftur grind sleppa
Tann, sum boðaði frá, metti hana vera okkurt um hálvthundrað hval
 
05.09.2024 - 08:04

Aftur í gjár var ein grind latin sleppa.

Um tíggju-tíðina í gjáramorgunin var ringt úr Leivík og boðað frá grind.

Tann, sum ringdi, metti hana at vera okkurt um hálvthundrað hval.

Grindin fór suður gjøgnum Leirvíksfjørð.

Sýslumaðurin gjørdi av, at ikki skuldi farast eftir henni.

Týsdagin var grind í Djúpunum. 

Men hon var ikki rikin til lands og hildin til, tí sýslumaðurin sigur, at nóg nógv grind er í Eysturoynni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130