Neyvan undirtøka í samgonguni at niðurlaga rentustuðulin

Neyvan undirtøka í samgonguni at niðurlaga rentustuðulin
Fíggjarnevndarlimir í samgongu og andstøðu vóru í Breddanum fyrrapartin
Eyðgunn Samuelsen er forkvinna í fíggjarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.09.2024 - 12:51

Undirtøka er neyvan í samgonguni fyri at niðurlaga rentustuðulin.

Tað kom fram í Breddanum fyrrapartin, tá ið limir úr samgongu og andstøðu vóru spurdir um hetta. 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur leingi sagt, at rentustuðulin eigur at verða niðurlagaður sum part av royndunum at bøta um búskaparliga haldførið.

 

Eirikur í Jákupsstovu, limur í fíggjarnevndini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Men hvørki Eyðgunn Samuelsen, forkvinna i fíggjarnevndini, ella Eirikur í Jákupsstovu í Tjóðveldi eru fyri at niðurlaga rentustuðulin í bræði.

 

Beinir Johannesen, næstformaður í fíggjarnevndini. (Mynd. Bjarni Árting Rubeksen)

 

Steffan Klein Poulsen, limur í fíggjarnevndini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Og andstøðutinglimirnir, Beinir Johannesen í Fólkaflokkinum og Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum, vilja heldur ikki nerta við rentustuðulin, sum støðan er. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03092024_Rentustudul

 

Allur Breddin kann hoyrast her. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896