Sven-Göran Eriksson er deyður

Sven-Göran Eriksson er deyður
Hann var fyrsti útlendingur, sum gjørdist enskur landsliðsvenjari, tá hann tók við leiðsluni av enska landsliðnum í 2001
Sven-Göran Eriksson var 76 ára gamal, nú hann doyði.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.08.2024 - 14:16

Fyrrverandi enski landsliðsvenjarin Sven-Göran Eriksson er deyður. 

Hann gjørdist 76 ára gamal. 

Sviin var fyrsti útlendingur, sum gjørdist enskur landsliðvenjari, tá hann tók við leiðsluni av enska landsliðnum í 2001. 

Sven-Göran Eriksson var venjari hjá 12 ymsum feløgum, harímillum IFK Göteborg, Manchester City, Roma og Lazio.

Í síni tíð sum venjari gjørdist hann millum annað italskur meistari, italskur steypavinnari fýra ferðir og vann bæði táverandi UEFA Cup við IFK Göteborg og Cup Winners Cup við Lazio.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859