- Tíðindi, mentan og ítróttur
Paul Watson fyri rættin í Nuuk hósdagin
Hósdagin skal rætturin í Nuuk gera av, um Paul Watson framhaldandi skal vera varðhaldsfongslaður.
Og sambært øðrum av advokatunum hjá Paul Watson, Julie Stage, fara tey tá at leggja fram prógv um, at einki hald er í einum av álvarsligastu ákærunum móti Watson.
Japan vil hava Paul Watson útflýggjaðan, tí hann í 2010 var við í eini atsókn móti japanskum hvalaveiðimonnum við Antarktis.
Í februar hetta árið bleiv ein stinkbumba tveitt úr einum gummibáti upp á japanska skipið. Tað elvdi til, at ein japanskur sjómaður fekk smørsýru á seg og bleiv brendur í andlitið.
Sea Shepherd-viðhaldsfólk mótmæla handtøkuni av Paul Watson uttan fyri Christiansborg (Mynd: Ritzau / Scanpix)
Ákærdur fyri medvirkni
Paul Watson var ikki sjálvur í gummibátinum, men er ákærdur fyri medvirkni.
Men sambært advokatunum eru videoupptøkur nú komnar fram, sum vísa, at eingin stóð á dekkinum, har japanski sjómaðurin skal hava brent seg.
Rættarfundurin í Grønlandi hósdagin snýr seg fyrst og fremst um, hvørt varðhaldsfongslingin av Paul Watson skal leingjast ella ikki. Tað verður ikki fyrr enn eftir tað, at støða verður tikin til, um hann skal útflýggjast til Japan ella ikki.