Russland flytur fólk úr enn einum øki nærhendis ukrainska markinum

Russland flytur fólk úr enn einum øki nærhendis ukrainska markinum
11.000 fólk eru flutt úr Belgorod, meðan 121.000 eru flutt úr grannaøkinum Kursk
Russiskur stríðsvognur
Mynd: (Savnsmynd)  
 
12.08.2024 - 12:47

Russisku myndugleikarnir hava í dag flutt fólk burtur í Belgorod-økinum. Orsøkin er, at ukrainsku herdeildir eru í økinum.

Tað sigur guvernørurin í økinum, Vyacheslav Gladkov, í einum uppslagi á sosiala miðlinum Telegram.

- Eg eri vísur í, at okkara hermenn fara at gera alt fyri at basa hóttanini, ið er íkomin.

- Vit eru farin undir at flyta fólkini, sum búgva í Krasnaya Yaruga-økinum, til tryggari støð, skrivar Gladkov, sambært Reuters.

Á middegi í dag vóru 11.000 fólk flutt burtur, upplýsir almenna russiska tíðindastovan, Tass.

Býurin Belgorod liggur í Russlandi og liggur nær við markið til Ukraina.

Eisini í landslutinum Kursk eru nógv fólk flutt burtur. Hiðani eru umleið 121.000 fólk flutt burtur, sigur guvernørurin í Kursk, Aleksej Smirnov, sambært AFP.

Burturflutningurin av fólki í Kursk byrjaði í síðstu viku, eftir at ukrainskar herdeildir tóku seg um markið til Russlands.

Sambært guvernørinum í Kursk, so eru 28 bygdir í økinum undir ræði hjá ukrainsku herdeildunum. Hann upplýsir víðari, at ukrainsk álop á Kursk hava kostað 12 fólkum lívið og sært 121, skrivar Tass.

Ukrainska álopið, sum er í gongd, er størsta samskipaða álopið á russiskt øki hjá egnum herdeildum hjá Ukraina higartil.

Sunnukvøldið vóru ukrainsku herdeildirnar komnar umleið 30 kilometrar inn í russiskt øki, upplýsir Russland.

Russiska verjumálaráðið upplýsti í hesum sambandi, sambært BBC, at russiskar herdeildir høvdu lopið á ukrainskar hermenn nærindis býunum Tolpino og Obstjy Kolodez.

Um vikuskiftið setti Russland í verk tað, sum tað kallar "anti-terror" tiltøk í Kursk, Belgorod og Bryansk. Øll trý økini hava mark til Ukraina.

Orsøkin var eisini ukrainska rørslan tvørtur um markið.

Við tiltøkunum hava myndugleikarnir millum annað loyvi til at flyta íbúgvar í økjunum og avlurta telefonir hjá borgarum.

/ritzau/

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981