- Tíðindi, mentan og ítróttur
Zelenskyj hevur váttað álopini í Russlandi
Zelenskyj hevur váttað álopini í Russlandi
Í gjárkvøldið váttaði ukrainski forsetin álopini á Kursk landspartin, sum liggur upp at ukrainska markinum

Hermálsligu tiltøkini, sum byrjaðu týsdagin, eru partur av ætlanini hjá Ukraina at endurreisa rættvísi, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022, sigur Volodymyr Zelenskyj.
11.08.2024 - 10:06
Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj váttaði í gjárkvøldið, fyri fyrstu ferð, álopini á Kursk landspartin í Russlandi, sum liggur upp at ukrainska markinum.
Ukrainski forsetin sigur, at hermálsligu tiltøkini, sum byrjaðu týsdagin, eru partur av ætlanini hjá Ukraina at endurreisa rættvísi, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022.
Volodymyr Zelenskyj segði í røðu sínari, at hann longu hevur fingið fleiri dagføringar um innrásina í Kursk frá ovasta leiðaranum fyri ukrainsku verjuna, Oleksandr Syrskyj.
Ukrainski forsetin takkaði eisini herdeildunum, sum eru partur av tiltøkunum, skrivar danska kringvarpið.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV