Yvir 50.000 vilja hava Watson leysan

Yvir 50.000 vilja hava Watson leysan
Eitt rættarsamfelag kann ikki lata ein brotsmann leysan, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður
Paul Watson skal vera í varðhaldi til hósdagin í næstu viku.
 
07.08.2024 - 06:11

Yvir 50.000 fólk í øllum heiminum hava skrivað undir áheitan á danska forsætismálaráðharran, Mette Frederiksen, undir yvirskriftini "Free Paul Watson." 

Tey heita á forsætismálaráðharran um at lata Paul Watson leysan.

Captain Paul Watson Foundation stendur fyri tiltakinum, skrivar Ritzau.

Paul Watson er í varðhaldi í Nuuk, har hann skal vera til 15. august.

Japan hevur biðið Danmark um at fáa hann útflýggjaðan.

73 politikarar í tíggju londum í Evropa hava staðiliga heitt á Mette Frederiksen um at lata Paul Watson leysan alt fyri eitt.

 

Brotsmaður

Ein føroyskur politikari, fólkatingmaðurin Sjúrður Skaale, sigur nakað heilt annað.

Hann sigur stutt og greitt, at Watson skal viðgerast sum tann brotsmaður, hann er.

Tað hevði verið heilt burturvið, absurd, at latið hann leysan, sigur Sjúrður Skaale í tíðindaskrivi, sum er sent donskum miðlum.

Hann tekur tó ikki støðu til, um Watson skal útflýggjast Japan.

Danmark er eitt rættarsamfelag, og kann tí ikki lata ein brotsmann leysan, sigur Sjúrður Skaale.


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035