- Tíðindi, mentan og ítróttur
60 ára gamli Tim Walz stillar upp saman við Kamalu Harris
Tað verður allarhelst Tim Walz, ið er guvernørur í Minnesota, sum fer at stilla upp saman við Kamalu Harris til amerikanska forsetavalið í heyst.
Tað verður enn bíðað eftir, at Harris seinni í dag fer at almannakunngera, hvønn hon skal hava sum varaforseta, men so at siga allir amerikanskir miðlar eru nú vísir í, at tað verður guvernørurin í Minnesota, Tim Walz.
Kamala Harris hevur hildið kortini tætt at kroppinum, men seinastu tíðina hevur tað staðið millum 60 ára gamla Tim Walz og 51 ára gamla Josh Shapiro, sum er guvernørur í Pennsylvania.
Tim Walz hevur eina fortíð sum yvirmaður í amerikanska herinum, men hevur síðan 2019 verið guvernørur í Minnesota. Hann hevur eisini arbeitt sum studentaskúlalærari í sosialvísindum. Hann varð fyrstu ferð valdur í Umboðsmannatingið í 2006 og er síðani afturvaldur fimm ferðir, til hann í 2019 segði sessin frá sær fyri at gerast guvernørur.
Á síni politisku yrkisleið hevur hann millum annað talað fyri at lógliggera kannabis sum heilivág og hann stuðlar fríari abort og LGBTQ rættindum. Fyrstu árini í Umboðsmannatinginum talaði hann greitt fyri rættinum hjá borgarum at bera vápn, men seinnu árini hevur hann tikið undir við at skerpa eftirlitið við vápnum í USA.