Nýtt navn í Grønlandi eisini

Nýtt navn í Grønlandi eisini
BankNordik í Grønlandi skal hava nýtt navn
Hvørki Føroya banki ella BankNordik í Grønlandi hava deild í Danmark longur.
 
05.08.2024 - 06:39

BankNordik í Grønlandi skal hava nýtt navn.

Tað sigur stjórin í Føroya banka, Turið F. Arge, við KNR, grønlendska kringvarpið.

BankNordik er ikki longur virkin í Danmark.

Tí er norðurlendskt ljómandi navnið, BankNordik, ikki tíðarhóskandi longur.

Øll kunnu vera við í navnakappingini hjá bankanum, eisini tey, sum ikki eru viðskiftafólk hansara.

Nógv góð uppskot eru longu komin, sigur bankastjórin.

Freistin er til 25. august.

Nýggja navnið skal bæði umfata virksemið hjá bankanum og vera lætt at siga og skriva.

Trý fólk í BankNordik eru í dómsnevndini.

Í mars broytti BankNordik í Føroyum navnið til Føroya banki.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519