Níggju UNRWA-fólk vóru við til at leypa á Ísrael

Níggju UNRWA-fólk vóru við til at leypa á Ísrael
Ein innanhýsis kanning hjá ST prógvar, at níggju starvsfólk hjá flóttafólkastovninum UNRWA kunnu hava havt ein leiklut í álopinum á Ísrael 7. oktober í fjør
Enn eru nógvir av gíslunum, sum vórðu tiknir 7. oktober, ikki komnir afturíaftur. Nú er prógvað, at niggju starvsfólk hjá UNRWA høvdu ein leiklut í álopinum
Mynd: Ricardo Moraes/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.08.2024 - 19:41

Níggju starvsfólk hjá UNRWA, sum er ST-felagsskapurin fyri palestinsk flóttafólk í Miðeystri, kunnu hava havt ein leiklut í álopinum hjá Hamas á Ísrael 7. oktober í fjør. Tey níggju fólkini verða nú uppsøgd.

Tað skrivar Reuters.

Ísrael legði 12 starvsfólk hjá UNRWA undir at hava verið við í álopinum 7. oktober, og tað førdi til, at innanhýsis kanningarstovnurin hjá ST, OIOS, setti eina kanning í verk.

Og hjá níggju av hesum starvsfólkunum vóru nóg nógv prógv funnin til at staðfesta, at tey kunnu hava verið við í álopinum 7. oktober, sigur ST, sum tó ikki sigur nakað meira ítøkiligt um, hvat hesi 9 fólkini hava gjørt.

Tilsamans 19 UNRWA-starvsfólk vórðu kannað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805