Fyrrverandi leiðari í SavnsGulli: "Kringvarpssavnið má gerast atkomuligt"

Fyrrverandi leiðari í SavnsGulli: "Kringvarpssavnið má gerast atkomuligt"
"Tað hevur stóran týdning, at vit taka okkum sjálvar sum føroyingar í álvara og gera kringvarpssavnið atkomuligt fyri øll," sigur Mass Hoydal, fyrrverandi SavnsGull-leiðari
Mynd: Gilli Brend í Hoyvík  
 
05.08.2024 - 12:37

Á ólavsøku í fjør var komið á mál við at talgilda kringvarpssavnið.

Ein hálv millión pappírsskjøl, umleið 13.000 sjónbond og um 30.000 ljóðbond vóru talgildað. 

Harvið hevði SavnsGull-verkætlanin, ið var sett í verðina fyri at bjarga kringvarpssavinum, nátt sínum høvuðsendamáli. 

 

Má gerast atkomuligt

Fyrrverandi leiðari fyri SavnsGulli, Mass Hoydal, heldur, at nú má kringvarpssavnið eisini gerast atkomuligt fyri øllum føroyingum. 

Í lesarabrævi harmast hann um, at hetta arbeiðið tíverri ikki er byrjað enn. Fyri Mass Hoydal snýr hetta seg um tjóðarbygging. 

"Tað er av stórum týdningi, at vit taka okkum sum føroyingar í álvara," staðfestir hann. 

Mass Hoydal heitir á Kringvarpið og myndugleikarnar um at fáa gongd á arbeiðið við at gera savnið atkomuligt fyri fólki.

Ein fýra ára-ætlan fyri, hvussu hetta skal gerast, er gjørd. Nú snýr tað seg um viljan at fremja hana í verki, sigur fyrrverandi leiðarin í SavnsGulli. 

 

Mass_Hoydal_um_KVFsavnid

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856