Biðja fólk fara úr Libanon

Biðja fólk fara úr Libanon
Støðan er sera spent og kann broytast til tað verra upp á stutta tíð, verður sagt
Roykur sæst úr Kfar Kila, nú bardagar eru millum Hezbollah og ísraelska herin í Libanon. Myndin er tikin úr Marjayoun, nær við markið til Ísrael.
Mynd: Karamallah Daher/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
03.08.2024 - 16:26

Sambært norska kringvarpinum hava bæði USA og Stórabretland biðið sínar ríkisborgarar fara úr Libanon sum skjótast.

Londini óttast, at stríðið millum Ísrael og Hezbollah fer at enda í kríggi.

Amerikanskir ríkisborgarar eru bidnir um at fara við fyrsta flogfarinum úr Libanon. 

Bretski uttanríkisráðharrin, David Lammy, metir, at støðan kann broytast heilt skjótt, og biður tí allar bretar um at fara burtur haðani beinanvegin.

Sviar hava gjørt av at steingja svensku sendistovuna í Libanon av ótryggu støðuni.

- Starvsfólk á sendistovuni eru biðin um at fara úr Beirut til Kypros. Uttanríkisráðið hevur ætlanir um at flyta sendistovuna fyribils, sigur Tobias Billström, svenskur uttanríkisráðharri, við svenska TV4.
Norska uttanríkisráðið sigur, at ætlanir eru um at tryggja sendistovuna, um trygdarstøðan møguliga versnar, sigur Mathias Rongved, pressuvakt fyri uttanríkisráðið.

- Vit hava í longri tíð rátt norskum ríkisborgarum til at fara úr Libanon. Um flogvøllurin í Beirut steingir, verður tað sera krevjandi at sleppa úr landinum. Um tað gerst støðan, verður tað sera torført hjá norska uttanríkisráðnum at veita norskum ríkisborgarum hjálp, sigur hann.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805