Jógvan Páll Lassen: "Ongantíð upplivað nakað líknandi á Tórsvølli áður"

Jógvan Páll Lassen: "Ongantíð upplivað nakað líknandi á Tórsvølli áður"
Kroatisk fótbóltsbølmenni, sum vóru komin til landið við Hajduk Split, lupu á bæði vaktir og politi. Sjálvur bleiv Jógvan Páll Lassen sligin, sparkaður og fírdur um koll
Viðhaldsfólkini hjá kroatiska liðnum Hajduk Split skaptu ruðuleika og rok á Tórsvølli í gjárkvøldið
Mynd: RSmedia / HB  
 
02.08.2024 - 12:30

Jógvan Páll Lassen hevur verið við til at samskipa trygdina og vaktarhaldið á Tórsvølli síðani tjóðarleikvøllurin bleiv tikin í nýtslu. 

Hesa tíðina hevur kendi advokaturin sæð og upplivað eitt sindur av hvørjum, tá ið útlendsk viðhaldsfólk eru komin til Føroya at stuðla felagi ella landsliði sínum. 

Men Jógvan Páll Lassen hevur ongantíð áður upplivað nakað, ið bara minnir um atburðin hjá viðhaldsfólkunum hjá kroatiska liðnum Hajduk Split í gjárkvøldið. 

 

Millum viðhaldsfólkini vóru hooligans - ella fótbóltsbølmenni - ið skaptu ruðuleika og rok á Tórsvølli í gjárkvøldið. 

Sjálvur bleiv Jógvan Páll Lassen sligin, sparkaður og fírdur um koll av kroatisku fótbóltsbølmennunum. 

Jógvan Páll Lassen greiddi Tróndi Vatnhamar frá ógvusligu upplivingini á Tórsvølli í sendingini Summarmorgun: 

 

Jogvan_Pall_Lassen_um_rokid_a_Torsvolli

 

Sambært UEFA-umboðunum, sum vóru til dystin, kann Hajduk Split vænta sær ein stóra bót fyri atburðin hjá viðhaldsfólkunum.


Mynd: RSmedia / HB


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389