Farið úr Libanon sum skjótast

Farið úr Libanon sum skjótast
Danskir ríkisborgarar eiga at fara úr Libanon sum skjótast, meðan tað enn ber til at sleppa haðani
Ísrael hevur lopið á Libanon eftir álopið á Golanheyggjarnar í gjár.
 
28.07.2024 - 13:43

Danskir ríkisborgarar eiga at fara úr Libanon sum skjótast, meðan tað enn ber til at sleppa haðani.

Tey eru boðini frá danska Uttanríkisráðnum í dag.

Í gjár doyðu 12 fólk, tá lopið var á Golanheyggjarnar.

Ísrael gevur Hizbollah skyldina og hevur lopið á Libanon.

Uttanríkisráðið sigur, at vandin fyri kríggi er sera stórur.

Støðan kann versna skjótt

Støðan kann versna nógv rættiliga skjótt.

Mælt verður fólki til at fara úr Libanon sum skjótast, meðan flogførini enn flúgva.

Og mælt verður sjálvandi eisini til ikki at fara til Libanon.

Gjørt verður vart við, at møguleikarnir hjá donsku stjórnini at hjálpa donskum ríkisborgarum í Libanon eru sera avmarkaðir.

Als eingin trygd er fyri, at stjórnin kann hjálpa fólki at sleppa úr Libanon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805