- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stóra helvtin var grøn
Stóra helvtin var grøn
Í fyrra hálvári í ár vóru 58,2 prosent av streyminum varandi orka
23.07.2024 - 07:06
Í fyrra hálvári í ár vóru 58,2 prosent av streyminum varandi orka.
Framgongd er bæði í vindorkuni og í vatnorkuni, sigur SEV.
Í Suðuroy var elframleiðslan 100 prosent grøn í 72 samdøgur.
Á meginøkinum vóru yvir 80 prosent grøn í 44 samdøgur.
Hetta er triðja árið á rað, at varandi orkan er økt, og oljan er minkað.
Vindrøkt og Effo á Gellingarkletti geva nógv ta mestu vindorkuna.
Sammett við fyrra hálvár 2021, hevur SEV higartil í ár spart 5.000 tons av tungolju.
Nýggjastu sendingar í ÚV