- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aftur boð eftir tyrlu í hagan eftir ferðafólki
Aftur boð eftir tyrlu í hagan eftir ferðafólki
Fyrrapartin í gjár var tyrla hjá Atlantic Helicopters í Nólsoynni eftir einum ferðafólki, sum var á veg út á Borðuna
21.07.2024 - 12:48
Fyrrapartin í gjár var tyrla hjá Atlantic Helicopters í Nólsoynni eftir einum ferðafólki, sum var á veg út á Borðuna.
Fólkið datt og fekk ikki gingið.
Tyrlan flutti ferðafólkið á Landssjúkrahúsið.
Hetta er fimtu ferð í summar, at tyrla fer eftir fólki, sum antin eru dottin í haganum ella hava gingið seg føst.
Tey flestu eru útlendingar.
Fylgdi báti
Rescue Arun fylgdi fyrrapartin í gjár einum báti til Havnar.
Maðurin, sum var einsamallur umborð, bað um hjálp, tí motorurin var steðgaður. Hann var tá sunnan fyri Æðuvík.
Neyðugt var tó ikki at sleipa, tí motorurin fekst í gongd aftur.
Men Arun fylgdi bátinum til Havnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV