Prísirnir hækkaðir trý prosent seinasta árið

Prísirnir hækkaðir trý prosent seinasta árið
Matvøruprísirnir hækka framvegis, men ikki so skjótt sum seinastu tvey árini
Neytakjøt, matarolja og kaffi eru bíligari nú enn í mai í 2023. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
08.07.2024 - 10:35

Prísvøksturin heldur fram.

Prísirnir eru hækkaðir trý prosent frá mai í fjør til mai í ár, skrivar Hagstovan. 

Útreiðslur til býli, tað er rentur og brenniolja, ávirka prísvøksturin mest. 

Matvøruprísirnir hækka framvegis, men ikki so skjótt sum seinastu tvey árini.

Neytakjøt, matarolja og kaffi eru bíligari nú enn í mai í 2023. Mjólk, ostur og egg eru vorðin minni enn eitt prosent dýrari. 

 

 

Miðalprísvøksturin í ES-londum er 2,6 prosent.

Størsti prísvøksturin er í Íslandi, har hann er 5,8 prosent. 

Í Svøríki er prísvøksturin 3,7 prosent. Í Noregi er hann trý prosent sum í Føroyum. Í Danmark er hann 2,2 prosent.

Minsti prísvøksturin er í Finlandi. Har er hann1,5 prosent.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981