Vit brúktu 1,5 milliónir tons av tilfari í fjør

Vit brúktu 1,5 milliónir tons av tilfari í fjør
305.000 tons vóru innflutt, matvørur, fóður og timbur
Av ikki-metalkendum mineralum er tað mesta grót, sum verður tikið úr føroysku náttúruni. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
04.07.2024 - 08:57

Føroyar brúktu eina millión og 552.000 tons av tilfari í fjør.

Tað eru 28,6 tons fyri hvørt fólk.

Hagstovan hevur kunngjørt tøl um tilfar í føroyska búskapinum í 2023.

Tilfarið verður antin innflutt ella tikið úr føroysku náttúruni. Nakað av tilfari verður útflutt.

Í fjør vóru 839.000 tons av lívmegni, biomassa, tikin úr náttúruni. Tá er talan um fiskiveiðu, hoyggj og bit hjá seyði. 

305.000 tons vóru innflutt, matvørur, fóður og timbur. 

Av ikki-metalkendum mineralum er tað mesta grót, sum verður tikið úr føroysku náttúruni. 

Innflutningurin er mest sandur og grót. 

Lívrunnið brennievni, bensin og brenniolju, verður innflutt.

Tilfarsnýtslan minkaði 1,7 prosent frá 2022 til 2023. 

Minni sandur og minni grót var brúkt. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981