Verjan skal brúka flogvøllin í Kangerlussuaq

Verjan skal brúka flogvøllin í Kangerlussuaq
Grønlendska landsstýrið og ríkisstjórnin hava gjørt avtalu um leigumálið
Danska verjan fer at leiga floghavnina í Kangerlussuaq í Grønlandi, tá øll uttanlandsflogferðsla fer um nýggju floghavnina í Nuuk seinni í ár. (Savnsmynd: Guide to Greenland)
 
03.07.2024 - 08:37

Tá øll uttanlandsflúgving úr Grønlandi og til Grønlands verður í Nuuk frá síðst í november í ár, fer danska verjan at leiga flogvøllin í Kangerlussuaq, í syðra Streymfirði, frá landsstýrinum, tí Grønland eigur flogvøllin.

Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, hevur svarað Aaju Chemnitz, fólkatingskvinnu, um flogvøllin.

Landsstýrið og ríkisstjórnin hava gjørt avtalu um leigumálið.

Troels Lund Poulsen sigur ikki, hvussu stór leigan er, tí tað er ikki greitt fyrr enn seinni í ár.

 

Galdandi í trý ár

Avtalan skal góðkennast í fólkatinginum. Talan er um fyribils avtalu, sum er galdandi í trý ár.

Endalig avtala verður gjørd, tá framtíðin hjá donsku verjuni í Arktis og Norðuratlantshavinum er greið.

Verjan skal eisini umvæla flogbreytina í Kangerlussuaq, sum ikki er í góðum standi.

Sambært avtaluni sleppa sivil flogfør framvegis at brúka flogvøllin í Kangerlussuaq.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946