Holland fingið nýggja stjórn

Holland fingið nýggja stjórn
Fýra flokkar á høgraveingi mynda nýggju stjórnina, men leiðarin í Frælsisflokkinum, Geert Wilders, fekk ongan ráðharrasess
Fýra flokkar á høgraveingi mynda nýggju stjórnina í Hollandi.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
02.07.2024 - 15:20

Holland hevur umsíðir fingið nýggja stjórn.

Sjey mánaðir gingu frá tjóðartingsvalinum, til nýggja høgravenda stjórnin var tikin í eið í dag, skrivar Reuters.

Frælsisflokkurin við Geert Wilders á odda vann stórsigur á tjóðartingsvalinum, men hann er ikki ráðharri. Flokkurin er kortini væl umboðaður í nýggju stjórnini.

Eftir stjórnartingingar í fleiri mánaðir noyddist Geert Wilders at ásanna, meiriluti fekst ikki fyri, at hann skuldi vera forsætisráðharri.

 

Dick Shoof, forsætisráðharri, og Willem Alexander kongur, tá nýggja stjórnin var tikin í eið í dag. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Forsætisráðharrin hoyrir ikki til nakran flokk

Fýra flokkar á høgraveingi í hollendskum politikki mynda nýggju stjórnina. Teir eru m.a. Frælsisflokkurin og Fólkaflokkurin fyri frælsi og fólkaræði.

Forsætisráðharri er Dick Shoof, sum ikki hoyrir til nakran flokk. Hann er fyrrverandi stjóri í hollendsku fregnartænastuni og aðalskrivari í løgmála- og trygdarmálaráðnum. 

Síðani tjóðartingsvalið hevur Mark Rutte verið virkandi forsætisráðharri í Hollandi.

Í næstum tekur hann við starvinum sum Nato-aðalskrivari eftir Jens Stoltenberg. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946