Grønland: Dømdur tvey ár og níggju mánaðir fyri at hava hvíttað pening

Grønland: Dømdur tvey ár og níggju mánaðir fyri at hava hvíttað pening
23 ára gamli maðurin er eisini dømdur fyri at hava smuglað fýra kilo av hassji til Grønlands
Tað hevur tikið løgregluni í Grønlandi drúgva tíð at uppklára málið, tí dømdi maðurin krógvaði hvíttingina. (Savnsmynd: KNR)
 
02.07.2024 - 16:02

Í Grønlandi er ein 23 ára gamal maður dømdur tvey ár og níggju mánaðar fongsul fyri at hava hvíttað meira enn 1,8 milliónir krónur, og fyri at hava smuglað fýra kilo av hassji til landið.

Tað skrivar grønlendska løgreglan í tíðindaskrivi, sambært grønlendska kringvarpinum.

Dømdi maðurin hevur roynt at krógvað hvíttingina, og tí hevur kanningararbeiðið hjá løgregluni tikið so drúgva tíð.

- Talan er um eitt fløkt mál, har roynt hevur verið at fjalt ágóðan av kriminellum virksemi, og peningur er fleiri ferðir fluttur um altjóða peningaflutningstænastu. Talan er eitt nú um falskar rokningar, sum síðani eru rindaðar í reiðum peningi, við tí í hyggju at flyta peningin til fólk í Danmark og øðrum londum, skrivar Malik Sandgreen, politikommisserur í Grønlandi. 

Tey fýra kilo'ini av hassji, vóru smuglað í eini bingju, og talan er um 'í minsta lagi fýra kilo', skrivar løgreglan.

Maðurin, sum er dømdur tvey ár og níggju mánaðir, játtaði í rættinum at hava smuglað og at hava útflýggjað ókendum fólki tað, skrivar grønlendska løgreglan, sambært grønlendska kringvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946