Fyrsta politiska hólmgongan verður í nátt

Fyrsta politiska hólmgongan verður í nátt
Joe Biden, forseti, og avbjóðarin Donald Trump hittast í kjaki á sjónvarpsrásini CNN, og hólmgongan verður øðrvísi enn fyri fýra árum siðani
Í nátt bresta Joe Biden og Donald Trump saman í fyrstu politisku hólmgonguni upp undir forsetavalið í heyst.
 
27.06.2024 - 08:33

Klokkan tvey í nátt - okkara tíð - verður hólmgonga millum sitandi amerikanska forsetan Joe Biden og fyrrverandi forsetan Donald Trump.

Hetta er fyrsta hólmgonga teirra millum síðani 2020, tá ið kjakið var merkt av ruðuleika og fleiri steðgum, hvøssum persónligum álopum og viðmerkingum. 

Kjakið í nátt verður 90 minuttir á sjónvarpsrásini CNN.

CNN skipar kjakið øðrvísi enn seinast, tll tess at fyri at forða fyri, at tað fer av kós.

 

Eingin áskoðari

Tveir lýsingarsteðgir vera undir sendingini, har forsetavalevnini ikki fáa høvið at tosa við stuðlar sínar. 

CNN hevur eisini avgjørt at senda kjakið uttan áskoðarar.

Forsetavalevnini sleppa ikki at hava lutir ella skrivaðar viðmerkingar við í sjónvarpsstovuna. 

Á pallborðinum verður bara pennur og blokkur, og ein vatnfløska í part.

 

Sløkkja mikrofonina

CNN hevur eisini gjørt av at sløkkja mikrofonina hjá mótpartinum, meðan hin tosar, at forða fyri at partarnir avbróta hvønn annan.

Jake Tapper og Dana Bash vera vertir, og tey hava fingið ábyrgdina at leggja til rættis 'siviliserað kjak' hesa ferð.

Trump og Biden skulu eisini hittast í hólmgongu, sum ABC News leggur til rættis. Tað verður 10. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155