BBC: Grikska sjóverjan tveitir migrantar fyri borð

BBC: Grikska sjóverjan tveitir migrantar fyri borð
Hetta eru ørkymlandi uppáhald, sigur norski løgmálaráðharrin. Noreg samstarvar við Grikkaland um handfaringina av migrantum í ES-høpi
Nógv flóttafólk eru flýdd í báti um Miðjarðarhavið seinastu árini. Nú sigur bretska kringvarpið, at griska sjóverjan í fleiri førum hevur tveitt migrantar fyri borð. (Savnsmynd)
 
27.06.2024 - 09:29

Starvsfólk hjá griksku sjóverjuni hava í fleiri førum tikið migrantar av døgum við at tveita teir fyri borð. 

Tað skrivar bretska kringvarpið BBC í grein, sum nýliga er almannakunngjørd. 

BBC hevur kannað málið, og heldur seg hava skjalfest níggju tilburðir, har hetta er farið fram. 

BBC skuldsetir sjóverjuna hjá Grikkalandi fyri at hava ábyrgdina av, at fleiri tíggjutals migrantar eru deyðir í Miðjarahavinum seinastu árini. 

 

Ørkymlandi uppáhald

Skrivarin í norska løgmálaráðnum, Even Eriksen, øtast um tíðindini.

- Hetta eru ørkymlandi uppáhald, og Noreg væntar, at altjóðarættarligar skyldur verða hildnar, tá ið marknaeftirlit verður framt, skrivar Even Eriksen í telduposti til norska kringvarpið NRK. 

Hann leggur dent á, at hann ikki beinleiðis kann viðmerkja greinina hjá BBC.

Noreg samstarvar við Grikkaland um handfaringina av migrantum í ES-høpi. 

- Tað kann vera neyðugt við norskari hjálp, um vit ikki hava álit á, at grundleggjandi rættindini verða vird, sigur Even Eriksen.

 

Grikkaland vísir aftur

NRK hevur spurt griksku sendistovuna í Oslo um uppáhaldið hjá BBC. 

Ráðgevin á griksku sendistovuni í Oslo, Constantine Danassis, leggur í telduposti til NRK dent á, at sjóverjan hevur bjargað túsundatals mannalívum í Miðjarahavinum síðani 2015. 

Danassis vísir aftur skuldsetingunum hjá BBC, og eisini skuldsetingum um, at sjóverjan hevur ábyrgdina av sonevndum 'push backs', har migrantar verða tvingaðir út aftur í altjóða sjóøki.

- Grikkaland er av fullum huga sinnað at røkja sínar skyldur sambært altjóða rætti, sigur Constantine Danassis, sambært nrk.

Grikskir myndugleikar kanna eisini uppáhaldið hjá BBC.

Sí videobrot frá BBC her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946