20 sjúklingar úr Gasa á norsk sjúkrahús

20 sjúklingar úr Gasa á norsk sjúkrahús
26 av 36 sjúkrahúsum í Gasa virka ikki, sum tey skulu, og hini rigga bara fyri ein part
Í apríl bað Heimsheilsustovnurin WHO fleiri lond um at taka ímóti løstaðum úr Gasa. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
27.06.2024 - 14:20

Norska stjórnin hevur gjørt av at hjálpa upp til 20 sjúklingum úr Gasa.

Sjúklingarnir fáa viðgerð á norskum sjúkrahúsum.

- Vit vilja gera okkara fyri at hjálpa palestinum, sum hava stóran tørv á sjúkraviðgerð, sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, við miðilin VG.

26 av 36 sjúkrahúsum í Gasa virka ikki, sum tey skulu, og hini rigga bara fyri ein part. Stongd landamørk forða eisini fyri, at heilivágur og útgerð sleppur inn í Gasa. 

Í apríl bað Heimsheilsustovnurin WHO fleiri lond um at taka ímóti løstaðum úr Gasa. 

Danska stjórnin avgjørdi fyrr í mánaðinum ikki at taka ímóti sjúklingum úr Gasa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805