Mark Rutte verður nýggjur Nato-aðalskrivari

Mark Rutte verður nýggjur Nato-aðalskrivari
Hollendski forsætisráðharrin tekur við starvinum 1. oktober
Mark Rutte tekur við starvinum sum Nato-aðalskrivari 1. oktober.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
26.06.2024 - 10:21

Nú er greitt, at hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, verður nýggjur Nato-aðalskrivari.

Øll 32 limalondini í Nato vóru samd um at velja Mark Rutte at taka við starvinum eftir Jens Stoltenberg, sum hevur staðið á odda fyri Nato-samgonguni í 10 ár.

Mark Rutte tekur við sum Nato-aðalskrivari 1. oktober.

Tað var væntað, at Mark Rutte fór at fáa starvið, tí hann var einasta valevni eftir at rumenski forsetin, Klaus Iohannis, tók seg aftur.

 

Mark Rutte og fráfarandi Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Forsætisráðharri siðani 2010

Nýggjur aðalskrivari kann ikki veljast, fyrr enn øll limalondini eru samd. Seinastu tíðina hevur verið ivasamt, hvørja støðu Rumenia, Ungarn og Slovakia fóru at taka, men tá avtornaði tóku øll 32 limalondini undir við at velja Mark Rutte.

Nýggi Nato-aðalskrivarin er 57 ára gamal, og hann hevur verið forsætisráðharri í Hollandi síðani 2010.

Seinastu sjey mánaðirnar hevur Rutte verið virkandi forsætisráðharri, tí høgraflokkarnir vunnu valið í Hollandi í fjørheyst.

Enn hevur kortini kki eydnast at skipa nýggja stjórn.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946