Fleiri miðlar í ES-londum sleppa ikki at virka í Russlandi

Fleiri miðlar í ES-londum sleppa ikki at virka í Russlandi
Teirra millum eru svenska kringvarpið og donsku dagbløðini Berlingske og Information
Svenska kringvarpið er millum teir 81 miðlarnar í ES-londum, sum russiskir myndugleikar hevur sett forboð fyri at virka í Russlandi. (Savnsmynd)
 
26.06.2024 - 08:57

Russiska uttanríkisráðið hevur bannað fleiri miðlum úr ES-londum at virka í Russlandi, sum aftursvar til líknandi ES-forboð móti fýra russiskum miðlum.

Bannið rakar m.a. týska blaðið Der Spiegel, spanska El Mundo og franska Le Monde, umframt italska kringvarpið Rai.

Svenska kringvarpið SVT er eisini komin á listan nú, eins og finskir miðlar og donsku dagbløðini Berlingske og Information.

 

 

81 miðlar

Tilsamans 81 fjølmiðlar eru settir á svartalista, skrivar russiska uttanríkisráðið á heimasíðu síni. 

ES setti í mai mánaði útvarpsrásini Voice of Europe, tíðindastovuni Ria Novosti og bløðunum Izvestia og Rassijskaja Gazeta bann fyri at virka í ES.

Tiltakið er partur av 14. pakkanum við ES-tiltøkum móti Russlandi, eftir russisku innrásina í Ukraina í februar 2022.

Undan hesum høvdu Russia Today og Sputnik longu fingið bann fyri at virka í Evropa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946