MDMA-málið: Triði maðurin fekk 16 mánaða fongsul

MDMA-málið: Triði maðurin fekk 16 mánaða fongsul
Maðurin játtaði at vera bakmaður, og hann skal sita í varðhaldi, til hann fer inn at sita dómin
Ein maður aftrat er dømdur í Føroya rætti í málinum um MDMA-smugling til Føroya. (Savnsmynd)
 
25.06.2024 - 14:45

Ein 30 ára gamal maður, hann er dani, er dømdur eitt ár og fýra mánaða fongsul fyri at hava verið við til at smugla 160 gramm av rúsevninum MDMA, sum er tað sama sum ecstasy, til Føroya.

Talan er um so grovan narkokriminalitet, at maðurin skal sita í varðhaldi, til hann skal inn at sita dómin.

Talan var um játtanarmál, har maðurin játtaði at vera bakmaður. Hann var dømdur sekur fyri saman við trimum øðrum at hava smuglað rúsevnini til Føroya. 

Ákæruvaldið kravdi hálvtannað til tvey ára fongsulsrevsing. 

Ákæruvaldið fer nú at nærlesa dómin og síðani taka støðu til, um hann skal skjótast inn fyri hægri rætt. 

 

Samstarvað við trý fólk

Maðurin hevur samstarvað við trý fólk í hesum málinum.

Ein maður og ein kvinna, sum bæði eru danir, vóru í síðstu viku dømd ávikavist eitt ár og hálvtannað ára fongsul, meðan ein annar maður, sum er føroyingur, var fríkendur í Føroya rætti. 

Ákæruvaldið hevur skotið frídømingina inn fyri landsrættin,  

Og maðurin, sum fekk hálvtannað ár, hevur eisini kært dómin, tí hann vil hava linari revsing.

Hesin maðurin situr eisini í varðhaldi, tí hann fleiri ferðir fyrr er dømdur fyri líknandi brot, og vandi er tí fyri, at hann fer at fremja líknandi lógarbrot aftur, sigur Ingi Midjord, ákæri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035