Grøn el-framleiðsla: Motorverk stóðu still í 23 tímar

Grøn el-framleiðsla: Motorverk stóðu still í 23 tímar
SEV spardi 260 tons av olju
Eisini í Suðuroy var el-framleiðslan so grøn, at Vágsverkið kundi standa stilt í eitt lítið samdøgur
 
25.06.2024 - 08:20

Í 23 tímar, frá leygarkvøldinum 22. juni til út á sunnukvøldið 23. juni, var púra kvirt á Sundsverkinum og Vágsverkinum, tí elframleiðslan var 100 prosent grøn.

Tað er ikki óvanligt, at motorarnir á Vágsverkinum standa stillir, men tað er ikki so vanligt á Sundsverkinum.

Teir 23 tímarnar, motorverkini stóðu still, spardi SEV 260 tons av olju.

Hoyr samrøðu við Hera Mortensen, deildarstjóra fyri el-framleiðslu hjá SEV, í útvarpstíðindunum: 

 

25062024_SEV

 

Til ber at fylgja við elorkuframleiðsluni hjá SEV her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035