Articon um innkomuvegin: Spreingja ikki harðari enn ásetta markvirðið

Articon um innkomuvegin: Spreingja ikki harðari enn ásetta markvirðið
Byggifelagið hevur fleiri mátarar, og eingin hevur mátað ristingar, sum eru meira enn 30, ið er markvirðið, sigur Jón Sigurdsson, stjóri
Jón Sigurdsson er stjóri í Articon. (Savnsmynd)
 
25.06.2024 - 09:55

- Eingin spreinging er harðari enn ásetta markvirðið, og vit hava boðið teimum, sum búgva í grannalagnum, at fáa sms-boð undan hvørjari spreinging.

Tað sigur Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, sum ger innkomuvegin til Havnar.

Fólk í grannalagnum hava illneitast inn á óljóð og ristingar í sambandi við spreingingarnar.

Jón Sigurdsson sigur, at einir 5-6 mátarar eru í økinum, sum máta ristingarnar. Eingin teirra hevur mált ristingar, sum eru meira enn 30, sum er ásetta markvirðið. Flestu spreingingarnar hava ligið um 19-20, og seinasta mánakvøld var hetta talið uppaftur minni, sigur stjórin í Articon.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25062024_Articon_og_spreinging

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791